Orðabókagrunnurin

T-postur  
Orðatøk

Tað skal meira til hestin enn bokslið.

Tí er kallur kollutur, tí hann er ofta hárruskaður.

Vatn kemur aftur, har vatn hevur verið.

Sjáldan gongur roykur av brandi, og ikki eldur er í honum.

Nýtt við loyvi
frá Málnevndini

Orðabøkur

Orðabøkur á goymslu, sum grunnurin hevur verið við til at fíggja:

Føroysk samheitaorðabók. Ritstjórnað hevur Henning Thomsen.

Føroysk-týsk orðabók. Ritstjórnað hevur Ulf Timmermann.

Føroysk-donsk orðabók. Ritstjórnað hevur Zakaris S. Hansen.

Sponsk-føroysk skúlaorðabók. Bókin er ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt. Randi Meitil og Birgit Remmel hava ritstjórnað.

Donsk-føroysk orðabók. Eisini fløguútgáva. Ritstjórnað hevur Hjalmar P. Petersen. 

Føroysk orðabók (heft og innbundin), sum Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen og Zakaris Svabo Hansen hava ritstjórnað, var útseld, men eitt-binds útgávan í stívari permu er uppafturprentað og á goymslu.

Føroysk-italska orðabókin, sum Gianfranco Contri hevur ritstjórnað, er útseld.

Umframt omanfyri nevndu hevur grunnurin:

føroysk-donsku orðabókina, sum M. A. Jacobsen og Chr. Matras ritstjórnaðu og føroysk-norsku orðabókina, sum Eigil Lehmann hevur ritstjórnað, á goymslu.

Fløguútgávan av Føroysku orðabókini er útseld, men ókeypis atgongd fæst til hana á heimasíðuni hjá Orðabókagrunninum.

 


Seinast dagførd:  27/01-2014
 
 
 
Valid CSS Powered by ProFO-CMS Valid XHTML 1.0