Orðabókagrunnurin

T-postur  
Orðatøk

Eingin kann allar gáttir røkja.

Eingin fer so við eikini, at hon ikki flýtur.

Sit vini tínum nær, men sit ikki av hans lær.

Kráku tykir best um unga sín.

Nýtt við loyvi
frá Málnevndini

Orðalistin

Í sambandi við verkætlanina hjá Fróðskaparsetrinum o.ø. at menna føroysk rættstavara-amboð til teldu, sum kunnu takast niður ókeypis frá www.stava.fo, ger Orðabókagrunnurin nú orðalistan tøkan til fría nýtslu undir Open Source treytum, t.v.s. at einhvør kann avrita listan, broyta hann um neyðugt og nýta hann til ymisk endamál uttan at gera seg inn á upphavsrættin til hendan frumlista, so leingi tað er gjørt í samsvar við niðanfyri nevnda lisens.

Tað er ynskiligt, men ikki krav at tey, ið nýta listan, boða Orðabókagrunninum frá hesum við stuttari frágreiðing um endamálið. Vónin er, at hetta átak verður til gagns fyri onnur, sum fáast við at føroyska telduskipanir av ymsum slag, og áhugavert verður at frætta, um so verður.

Heinta listan her

Listin er rættlisin, men verður annars ikki dagførdur, uttan tá ið Orðabókagrunnurin boðar frá tí.

Creative Commons licens
Gev gætur: Hetta tilfar er lisenserað undir Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 Unported Licens. Nýtsla av tilfarinum skal fara fram í tráð við hendan lisens og við greiðum ávísingum til bæði lisensin og til Orðabókagrunnin sum ánara av frumtilfarinum.


Seinast dagførd:  27/06-2012
 
 
 
Valid CSS Powered by ProFO-CMS Valid XHTML 1.0