Orðabókagrunnurin

T-postur  
Orðatøk

Ofta býr flagd undir fríðum skinni.

Gløgt er gestsins eyga.

Latur er hann, ið lognina lastar.

Sjáldan rýkur av ongum brandi.

Nýtt við loyvi
frá Málnevndini

Viðtøkur fyri Orðabókagrunnin

§1
Orðabókagrunnurin, upprunaliga settur á stovn í 1959 eftir avtalu millum Føroya landsstýri, Chr. Matras professara og Føroya Fróðskaparfelag, er sjálvsognargrunnur, ið hevur til endamáls at veita stuðul til føroyskt orðabókastarv.
2. stk. Aðrar uppgávur, ið nevndin metir hava avgerandi týdning til tess at fremja endamálið, kunnu eisini fáa stuðul úr grunninum.
§2
Stovnsfæ grunsins er 751.456 kr. Hetta er upphædd, flutt grunninum í sambandi við, at landskassagrunnurin "Útgáva av Føroysk-Donsku orðabókini" var avtikin við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 1997 um avtøku av landskassagrunnum.
2. stk. Inn í grunnin gongur avlopspeningur av sølu av øllum orðabókum, ið hava fingið stuðul við teirri treyt, at avlopspeningurin av søluni heilt ella lutvíst skal fara í grunnin.
3. stk. Grunnurin kann taka ímóti stuðuli uttaneftir. Tílíkur stuðul skal í høvuðsheitum ikki vera markaður til ávíst endamál ella ávirka yvirskipaðar orðabókaætlanir.
4. stk. Er peningur oman fyri stovnsfæið ikki tøkur, er nevndini loyvt at nýta stovnsfæið til stuðul.
§3
Grunnurin verður stýrdur av nevnd við trimum limum, sum vera valdir fyri 4 ár í senn frá 1.1. at rokna, tó so at fyrsta valskeið gongur frá tí degi, teir tríggir limirnir eru valdir, eftir at viðtøkurnar hava fingið gildi, árið at enda og 3 ár fram. Endurval kann fara fram.
2. stk. Nevnd Føroya Fróðskaparfelags velur ein lim, Málráðið ein og Fróðskaparsetrið ein eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini. Tryggjast skal, at ein av limunum er málfrøðingur við føroyskum sum sergrein og hevur góðan kunnleika til orðabókaarbeiði. Nevndin skipar seg sjálv.
3. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum ásetir vanligu mannagongdirnar hjá grunninum og ger sær starvsskipan í samsvari við ásetingarnar.
4. stk. Orðabókagrunnurin fær sær neyðuga skrivstovuhjálp, ið verður at løna úr grunninum.
§4
Eftir umsókn í hvørjum einstøkum føri veitir Orðabókagrunnurin fíggjarligan stuðul til verkætlanir, ið lúka treytirnar í hesum viðtøkum. Stuðul úr Orðabókagrunninum kann nýtast til at gjalda heilt ella lutvíst lønir, ið standast av orðabókaarbeiði, heilt ella lutvíst arbeiðstilfar og amboð, umframt heilt ella lutvíst útgávu av føroyskum orðabókum.
2. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum ger endiliga av, hvør kann fáa stuðul.
3. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur eftir ætlan. Staðfestir nevndin, at stuðulin ikki er nýttur eftir ætlan, kann hon krevja, at hann verður afturgoldin grunninum.
§5
Peningur grunsins skal standa í tryggum virðisbrøvum ella í banka ella sparikassa til hægstu rentu, tó so at peningur, ið verður at nýta eftir endamálsgreinini, verður fluttur á vanliga kontu, sohvørt tørvur er á.
§6
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
2. stk. Ársúrslitið verður flutt til næsta roknskaparár.
3. stk. Roknskapurin verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, sum nevndin í Orðabókagrunninum velur.
4. stk. Roknskapurin saman við grannskoðarafrágreiðing skal fyri 1. juli á hvørjum ári verða sendur Mentamálaráðnum til kunnungar.
5. stk. Fyrsta roknskaparár sambært hesum viðtøkum er 2003.
§7
Til at gera broytingar í viðtøkunum krevst einmæld nevndarsamtykt. Tó kann nevndin ikki broyta endamál grunsins.
§8
Broytast tíðir og umstøður, soleiðis at endamál grunsins ikki kann njóta frama, kann ein samd nevnd - í samráð við teir/tey, ið hava valt hana - taka grunnin av.
2. stk. Ognir grunsins skulu tá latast Fróðskaparsetri Føroya.

Viðtøkurnar eru samtyktar soleiðis broyttar á nevndarfundi dags dato.

Tórshavn, 12. desember 2013

  • Sigmund Poulsen (sign.), formaður
  • Anfinnur Johansen (sign.)
  • Marna Jacobsen (sign.)

Seinast dagførd:  17/02-2014
 
 
 
Valid CSS Powered by ProFO-CMS Valid XHTML 1.0